Innanlands

Gigni: Góð ráð nú børnini fara aftur í skúla

Matur, rørsla og svøvnur eru sera týdningarmikil í mun til innlæringina hjá barninum í skúlanum. Og her hava foreldur ein stóran leiklut.

2022-08-19 13:36 Author image
Innsent
placeholder

Matur til skúlabarnið
Góður matur er ein av fyritreytunum fyri, at barnið fær eina góða skúlabyrjan og skúlagongd, umframt at barnið lærir nakað, meðan tað gongur í skúla. Børn, sum eta heilsugóðan mat, verða væl fyri. Skúladagurin byrjar við morgunmatinum og ein góður matpakki bjargar restina av skúladegnum. Grovt breyð, mjólk, ostur, grýn, grønmeti, frukt, fisk, kjøt og egg er heilsugóður matur, hvørki ov feitur ella ov søtur.

Maturin gagnast best, tá ið ein gevur sær góðar stundir at eta.

Frítíðin
Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. At røra seg er ein týdningarmikil partur, av einum heilsugóðum lívið hjá børnum og vaksnum. Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin. Rørslan skal vera við miðal ella høgari styrki. Minst tríggjar ferðir um vikuna, eigur rørslan at vera við høgari styrki í minst 30 minuttir í senn, fyri at økja um konditión og vøddastyrki. 

Spæl er liður í menningini hjá børnum. Foreldur mugu hjálpa barninum at velja og fullinna frítíðarítriv og vísa áhuga fyri frítíðarvirkseminum hjá barninum.

Børn kunnu spæla úti hvønn dag, um tey eru ílatin eftir veðrinum.

Svøvnur
Góður svønur er ein týdningarmikil fortreyt fyri, at barnið trívist í gerandisdegnum og fær ein góðan skúladag.  

Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá barninum. Eisini lærir og hugsavnar tað seg betri. 

Fyri at sova væl, er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu. 

Børn sum eru 7 til 12 ár hava tørv á at sova 9-11 tímar hvørja nátt.

Gigni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder