22. august í ár vóru 75 ár liðin síðan Giktafelag Føroya varð stovnað. Í hesum sambandi bjóðar felagið nú til almenna giktaráðstevnu, har borgað verður við áhugaverdum og upplýsandi fyrilestrum, fakligum og politiskum pallborðskjaki og undirhaldi.
Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík seinnapartin leygardagin 4. november.
Orðstýrari á ráðstevnuni verður Rógvi Ólavsson. Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum setir stevnuna og síðan fer romaðurin í Giktafelagnum, Terji Beder at siga nøkur orð.
Hesi fara at halda fyrilestrar: Absalon Eysturoy, barnalækni, um børn og gikt, Noomi O. Gregersen, granskari, FarGen, um gransking innan gikt og aðrar sjúkur í Føroyum, Niklas Reginson, fysioterapeutur um gikt og venjing, Vár Næs, náttúru- og kropsterapeut um náttúruterapi og pínu, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, um sjúku, brek og tilknnýti til arbeiðsmarknaðin.
Jens Marni fer at framføra nøkur løg, og undirhald verður við Bill Justinussen.
Ráðstevnan endar við politiskum pallborðskjaki har evnið verður: Fyribyrging, viðgerð, lívsgóðska og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
Tiltakið er ókeypis, og er ætlað øllum við áhuga fyri gikt og tí føroyska brekøkinum yvirhøvur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald