Víðagitni eingilski trummusláarin, Peter Edward "Ginger" Baker andaðist í morgun, 80 ára gamal.
Í september boðaði familja hansara frá, at hann var álvarsliga sjúkur, og í morgun varð boðað frá í dagføring á almennu Twitter-síðuni hjá Baker, at hann andaðist stillisliga á sjúkrahúsinum í morgun.
Tað skrivar bretski miðilin Independent.
Ginger Baker var serliga kendur úr bólkinum Cream, sum hann eisini var við til at stovna í 1960unum. Við í bólkinum var eisini m.a. gittarspælarin og sangarin Eric Clapton.
Hoyr Cream við einari live-útgávu av lagnum "Crossroads" niðanfyri:
Navnið "Ginger" fekk Baker fyri sítt reyða hár.
Áðrenn hann gjørdist yrkistónleikari, vildi hann gerast yrkissúkklari, og droymdi hann um at luttaka í Tour de France.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald