2023-08-10 22:55

Dagføring kl. 00:07: Dimma.fo skrivar nú, at maðurin er funnin og fingin úr vandastøðuni. Hann hevði gingið seg fastan í brattlendinum. Tyrla, fjallaklintrarar, politistar og staðkend fólk vórðu boðsend at finna mannin, sum kortini hevði tað gott eftir umstøðunum.
--
Eitt bjargingarátak er í kvøld í gongd á Viðoynni. Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn veit at siga við vp.fo, at ein ein maður hevur gingið seg fastan við Enni, sum er omanfyri Hvannasund.
Sum skilst er tyrla uppi í leikinum eisini.
Alt apparatið er í sett í gongd fyri at finna mannin og bjarga honum, sigur løgreglan við vp.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald