Innanlands

Gingu á takinum á Badmintonhøllini

Seinnapartin í gjár mátti løgreglan biðja nakrar ungar dreingir fara av takinum á Badmintonhøllini í Havn

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-18 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 16.15 seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakrir ungir dreingir gingu á takinum á Badmintonhøllini í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið var ikki trupult at fáa teir niður aftur. Dreingirnir komu nevniliga beinanvegin niður av takinum, tá teir vórðu bidnir.

Løgreglan fekk eitt álvarsligt prát við teir, og lovaðu teir, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder