2024-01-26 13:37
Einar´s GIN hevur vunnið Gull fyri góðsku og smakk.
Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku GIN "London dry Gin", hevur Einar´s Gin vunnið Gull.
- Síðani 2015 hava vit á Einar´s Distillery lagt nógva orku í góðsku og røttu samansetingina av vistfrøðiligum urtum til Einar´s GIN.
Einar´s Gin fekk í blindsmakkingini, besta skotsmál "gull" frá smakkidómarunum fyri góðsku og smakk.
- Hetta er sera hugaligt við einum herðaklappi, siga starvsfólkini á Einar´s Distillery, ið hvønn dag stremba eftir at gera GIN í heimsklassa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald