
Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at tað vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum í november í 2020 samanborið við sama mánað árið fyri - 6.614 gistingar er 30 prosent færri enn tað var í november 2019.
Hagstovan vísir í innskrivingartølunum frá november 2019 til november 2020 á, at hóast ferðafólktalið er minkað sera nógv - donsk ferðafólk við 40 prosentum og ferðafólki úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum við 89 prosentum - so gista ferðafólk longri. Tann seinni bólkurin tvífalt so leingi í miðal sum í 2019. Tilsamans minkaðu innskrivingarnar við 30 prosentum - 3.241 í mun til 4.631.
Eitt áhugavert sum tølini vístu, var at tað vóru 454 fleiri skrásetingar fyri íbúgvar í Føroyum - 23 prosent fleiri - í 2020 í mun til 2019. Tá hugt verður eftir persónsgistingum var talan um 3.640 í mun til 2.931. Hetta er ein øking á 24 prosent. Hetta hongu allarhelst saman við, at føroyingar á ein hátt ferðast meira í egnum landi og eisini at tvey nýggj gistingarhús lótu upp í høvuðsstaðnum.
Sí øll tølini fyri gistingar á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald