
Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst vitjanum á gistingarhúsunum. Í farna mánað vóru gistinæturnar góðar 6.900 í tali, og innskrivingarnar vóru stívliga 3.600. Bæði seta met fyri fyri januarmánað, skrivar Hagstovan.
Í januar 2022 var talan heilt nágreiniliga um 6.903 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 1.400 ella 25 prosent fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2021.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Sambært Hagstovuni áttu føroyingar bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í januar – yvir 3.800 í tali.
Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði tó eitt vet – við 5 prosent – í mun til januar í fjør. Samstundis vaks talið á gistináttum hjá dønum við 62 prosent, og talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist samanborið við í januar í fjør.
Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600 í tali í januar 2022, ið er 19 prosent hægri enn í januar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið á ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald