Innanlands

Gistingarnar settu met í november

Í mun til metárið 2019 er gistingarhúsvinnan framvegis rakt av korona

2022-01-06 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í november 2021 vóru gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum 10.352 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23 prosent samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4 prosent) enn í 2019, sum framvegis er metárið, tá gistingar umræður.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november – um 4.000 gistinætur. Talið av gistinætrum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í, at koma upp á sama støði sum í 2019. Talið av gistnætrum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019. 

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru 4.535 í tali í november 2021, hetta er eitt vet minni enn í 2020. 

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 35 prosent av kømrunum vórðu brúkt í november, samanborið við 26 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 46 prosent. 

Í 2020 vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp og onnur útbygd, og tí var rúm fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í november í 2020.

Kelda: Hagstovan 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder