Persónligi advokaturin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, Rudolph Giuliani, gav seg í gjárkvøldið yvir til myndugleikarnar í einum fongsli í Georgia.
Hann er skuldsettur fyri at hava verið við til at royna at ógilda úrslitið av forsetavalinum í 2020, sum Donald Trump tapti móti núsitandi forsetanum, Joe Biden, skrivar Ritzau.
Giuliani, sum sjálvur er fyrrverandi almennur ákæri, noktar seg tók sekan. Hann varð latin leysur aftur við at rinda eitt veðhald upp á 150.000 dollarar – áleið eina millión krónur.
- Ákæran er ein keipuleikur – travesti. Hetta er eitt álop á grundlógina, segði hann við fjølmiðlar eftir fundin í fongslinum.
Donald Trump, sum sjálvur er skuldsettur í málinum, hevur fyrr sagt at hann fer at geva seg yvir til fongslið í Fulton County í Georgia í dag, hósdag.
Trump hevur víst aftur, at hann hevur gjørt nakað galið. Í eini fráboðan hevur umsiting hansara skuldsett ákæruna fyri at vera politiska, og at tað er demokratiski flokkurin, sum stendur aftanfyri.
Sjey onnur fólk, sum arbeiddu fyri forsetan, hava higartil givið seg yvir til myndugleikarnar í Fulton County.
Trump, stendur til at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum til forsetavalið næsta ár, er eisini skuldsettum í trimum øðrum revsimálum.
Giuliani spældi ein týðandi leiklut í royndunum hjá Trump at spjaða falstíðindi um, at svik skuldi vera framt í sambandi við valið, skrivar Ritzau.
Tað er ein metingarnevnd við dómstólin í Fulton County í Georgia, í hevur latið inn ákæruritið móti Trump og hansara samansvornu.
Ákærin í Georgia hevur skotið upp, at málið kann takast upp 4. mars. Men tað er eisini tikin avgerð um, at fyrrverandi forsetin ikki verður fongslaður, um hann rindar eitt loysigjald, sum er sett til 200.000 dollarar, beint undir 1,4 milliónir danskar krónur.
Sambært CNN hevur Trump longu boðað frá, at hann er sinnaður at rinda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald