2024-04-01 11:33

Eitt russiskt námsfelag hevur nú slept royndunum at bjarga 13 innistongdum námsarbeiðarum uppaftur, skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Námsarbeiðararnir hava sitið innistongdir í náminum í Amur landslutinum í fjareystara partinum av Russlandi síðan 18. mars.
Bjargingarfólkini eru givin við bjargingarroyndunum, tí tað er stórur vandi fyri at bjargingararbeiðið kann elva til at tað rapar meira í náminum.
Tíðindatænastan hjá námsfelagnum skrivar, at tað setir bjargingarfólkini í vanda, um arbeiðið heldur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald