Eitt av best umtóktu ferðavinnutilboðum í landinum fær nýggja leiðslu í 2019. Eirik Suni Danielsen, sum seinastu 15 árini hevur verið ímyndin av gistingarhúsinum við Gjógv, fer um ársskiftið burturúr virkseminum í Gjáargarði.
Fráfarandi eigarin og leiðarin er spentur um broytingarnar, sum standa fyri framman.
- Gjáargarður hevur verið ein avbera stórur partur av mínum lívi seinastu mongu árini, men tíðin er komin hjá mær at ganga aðrar leiðir, og tí eri eg sera glaður fyri, at virksemið og framtíðin eru í góðum hondum. Hjá mær og okkum verður sjálvandi stórur saknur í starvsfólkunum og eisini sambandinum við ferðafólk, viðskiftafólk og samstarvsfeløgum annars og tí kennist tað gott at vita, at alt hetta kann halda fram sum áður, sigur Eirik Suni Danielsen.
Nevndin í Gjáargarði takkar Eirik Suna fyri góða samstarvið hesi árini og fer nú undir tilgongdina at finna og seta nýggjan leiðara.
Virksemið á Gjáargarði heldur ætlandi fram eftir sama leisti, og leiðaraskiftið verður framt yvir eina skiftistíð tíðliga í komandi árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald