Innanlands

Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar við 150 krónum um mánaðin í 2020

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,7 prosentum frá 1. januar 2020 av, so at eftirlønin verður 5.740 um mánaðin komandi ár

2019-09-27 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani samgonguskjalið varð undirskrivaði, hevur Samhaldsfasti verið nógv umrøddur. Orsøkin er, at ótti hevur verið fyri, at nýggja samgongan fer at avtaka Samhaldsfasta, og at samgonguskjalið ikki er so greitt hesum viðvíkjandi.

Nú er greitt, at Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG/Samhaldsfasti) fer at hækka eftirlønina.  Frá 1. januar 2020 fer eftirlønin frá 5.590 kr. um mánaðin til 5.740 um mánaðin.

Hetta er ein hækking uppá 2,7 prosent, og sum ger at eftirlønin komandi ár verður 68.880 krónur. 

AMEG ásetur hvørt ár eftirlønina fyri komandi árið - freistin er 1. oktober fyri komandi árið, og nú í vikuni áðrenn frestuna hevur grunnurin aftur ásett eina upphædd, ið er ein hækking.

Seinastu árini hevur gjaldið verið hækkandi:

2018: 449 mió
2019: 546 mió
2020: 573 mió

Her sæst útgjaldið um mánaðin seinastu seks árini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder