2025-02-13 07:40
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um at ein maður gjørdi um seg í miðbýarøkinum í Havn. Hann breyt millum annað ein postkassa og leikaði eitt sindur í.
Ein patrulja fór á staðið, men tá var maðurin rýmdur. Løgreglan veit hvør hann er, og ein roynd at finna mannin verður aftur gjørd í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald