Innanlands

Gjørdi seg inn á hjartastartara

Kannað verður nú, um hjartastartarin við Eysturvøllin hevur fingið skaða

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2022-03-28 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv er, sum fólk kunnu finna upp á at gera seg inn á. Tað mátti valtleiðarin á løgreglustøðini ásanna, tá hann í morgun fekk fráboðan um, at onkur hevur gjørt herverk á ein hjartastartara.

Tað var ein borgari, sum gekk sær ein túr í morgun, ið boðaði frá, at herverk er gjørt á skápið til ein hjartastartara, sum stendur við Eysturvøllin, nærhendis Eysturskúlan í Havn.

Kommunan, sum eigur henda hjartastartaran, varð fráboðað, og sløkkiliðið hevur verið eftir hjartastartaranum fyri at kanna, um hann hevur tikið skaða av harðligu viðferðini, sum skápið hevur fingið.

Løgreglan veit ikki meira um, hvat kann vera hent, men kanska onkur vitni hava sæð tilburðin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder