2024-04-07 09:56
Klokkan hálvgun fýra í nátt fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Ternuryggi í Havn.
Hetta var eitt sonevnt soloóhapp, og bara tann eini bilurin var íblandaður. Kortini var annað sum fekk skaða, tí bilurin skal hava rent á tveir garðar og gjørt skaða og ein urtagarð og á eini hús.
Førarin var farin av staðnum, tá løgreglan kom, og illgruni er um, at rúsdrekka var í myndini. Leitað hevur verið eftir føraranum í morgun, og nú eftir klokkan 9 var hann funnin, og blóðroynd verður tikin.
Bilurin fekk stóran skaða, verður sagt av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald