Innanlands

Gjørdist harðligur móti tollara á flogvøllinum

Ein maður, sum kom til Føroya við flogfari í gjárkvøldið endaði í brummuni, har hann hevur sovið rúsin av sær í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-26 07:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um harðligan atburð móti einum tollara á flogvøllinum.

Ein maður, sum var komin til Føroya var heldur drukkin, og tá tollarin vildi síggja, hvat hann hevði í viðførinum, gjørdist hann dekan ov harðligur.

Tollarar eru at samanlíkna við tænastumannafólk, og har er eingin toleransa, tá fólk eru harðlig, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Hann greiðir frá, at maðurin var so mikið fullur í gjárkvøldið, at hann var tikin við á støðina at sova rúsin av sær. Hann verður purraður út fyrrapartin, og síðan avhoyrdur.

Eisini vóru tveir menn norðanfyri, sum ikki kláraðu at skikka sær ordiligt. Tann eini var tikin suður á støðina, og hann liggur enn og svevur. Málið er ikki avgreitt enn, men væntandi fáa teir báðir størri bótina fyri brot á skilhaldsreglurnarnar, sum er 3000 krónur. Tá er talan um harðligan atburð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder