Innanlands

Gjørt avtalu um grót úr Sandoyartunlinum

Á middegi í gjár undirritaðu Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna avtalu um grót úr Sandoyartunlinum

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2020-06-27 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Partarnir eru samdir um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.000 rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr tunlinum streymoyarmegin, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Partarnir hava áður samstarvað um grót úr Eysturoyartunlinum. Í tí førinum gjørdu kommunurnar við Skálafjørðin avtalu við Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, og Runavíkar kommuna fekk 58 prosent av grótinum, sum kom upp úr tunlinum eysturoyarmegin. Meginparturin er lagdur í havnalagið hjá Runavíkar havn í Saltangará, meðan nakað er flutt av Strondum yvir í Rókina og til Søldarfjarðar.

Eftir at avgerð varð tikin um, at grótið úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin skuldi tyrvast sunnanfyri Velbastað, hava partarnir tosað saman um onkra skilabetri loysn enn hesa - at tyrva grótið - og eftir drúgvar tingingar, eru partarnir komnir ásamt um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.000 rúmmetrum av gróti úr tunlinum undir Skopunarfirði.

Runavíkar býráð viðgjørdi uppskotið til avtalu á býráðsfundinum í Elduvík hóskvøldið, og tikið var undir við uppskotinum, sum partarnir vóru komnir ásamt um frammanundan.

Runavíkar kommuna hevur ætlanir um at víðka havnalagið heilt inn ímóti bátahylinum á Glyvrum, og avtalan, sum nú er gjørd um grót úr Sandoyartunlinum, røkkur til alt tað ætlaða upplandið í økinum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder