
Á skránni fyri býráðsfundinum í Tórshavnar býráði í kvøld, er m.a. eisini ein uppraðfesting av uttandurða- og spæliøkjunum á Glaðsheyggi og í Grasagarði.
Fleiri og fleiri borgarar brúka býin og uppihaldsøkini í býnum. Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær stundir, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvið.
Samtykt varð í 2015 at skipa grasplenurnar í Grasagarði til spæliøki hjá børnum, og eitt stórt arbeiði varð gjørt í hesum sambandi. Spæliplássið er sera væl umtókt og nógv vitjað seinastu árini. Nú er so ætlanin at fara undir dagføringar av spæliøkinum, fyri samanlagt 2 mió. kr.
Somuleiðis varð fyri fáum árum síðani fríøkið á Glaðsheyggi útgjørt við “fitness-reiðskapi”, soleiðis at borgararnir kundu steðga á frá gongutúrinum og røra seg á annan heilsugóðan hátt.
Útgerðin treingir til at verða dagførd, umframt at ynski er um at uppraðfesta økið við spælireiðskapi, soleiðis at børn og familjur í størri mun kunnu fáa gleði av økinum, og soleiðis at miðbýurin hevur enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.
Mælt verður til at játta kr. 700.000 til hetta arbeiðið.
Bæði uppskotini eru viðgjørd og samtykt í fíggjarnevndini, og koma til viðgerðar á Býráðsfundinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald