Um tú hyggur gjølla eftir hesi vøkru myndini hjá Haraldi Bjørgvin, so kanska tú fært eyga á seinastu máltíðina, sum henda glasklára hvalspýggjan júst hevur etið.
Myndin er tikin út fyri Kvívík í góðveðrinum í gjár. Sagt verður frá, at nógv er til av hesi serligu hvalspýggjuni í ár.
Hon eitur Bolinopsis infundibulum á latíni, ribbemanet á norskum og ribbegople á donskum.
Harald Bjørgvin greiðir frá, at ógvuliga nógv er til av hesi veruni í sjónum allastaðni kring oyggjarnar í løtuni. Tær eru ikki so lættar at fáa eyga á. Veran á myndini er um 10 sentimetrar long – tær kunnu vera upp í 15 sentimetrar, men eisini heilt niður í 1 til 3 sentimetrar, greiðir Harald Bjørgvin frá.
Myndin sæst eisini á Facebook-vanganum hjá Haraldi Bjørgvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald