Uttanlands

Glasgow: Løgreglan handtikið 21 fólk í sambandi við veðurlagsmótmælum

Mett verður, at yvir 100.000 fólk mótmæltu í Glasgow leygardagin, og skipað varð eisini fyri mótmælum í fleiri enn 100 londum kring heimin

Mótmælisfólk í Glasgow (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Glasgow (Mynd: EPA)

2021-11-07 11:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotska løgreglan handtók 21 fólk undir stórum mótmælum í Glasgow í gjár í sambandi við ST-veðurlagstoppfundinum, COP26.

Fyriskiparar meta, at yvir 100.000 fólk luttóku í einari mótmælisgongu frá Kelvingrove Park til Glasgow Green.

Sambært løgregluni gekk dagurin stórtsæð friðarliga fyri seg, hóast handtøkurnar.

Løgreglan noyddist at taka fleiri stríðsfólk úr rørsluni Scientist Rebellion, sum høvdu bundið seg fast til eina brúgv í miðbýnum. Eisini vórðu nøkur handtikin fyri brúk av fýrverki. Talan er um tilsamans 21 fólk, sum øll eru leyslatin aftur, verður sagt.

Tað var tó ikki bara í Glasgow, at fólk mótmæltu. Sambært Ritzau varð í gjár skipað fyri yvir 300 ymiskum tiltøkum í fleiri enn 100 londum. M.a. mótmæltu fólk í Danmark, Kenja, Turkalandi, Fraklandi, Hollandi, Brasil, Avstralia, Suðurkorea og Kanada.

Í Keypmannahavn luttóku upp móti 10.000 fólk í mótmælinum, meðan gott 40.000 fólk mótmæltu í Amsterdam.

Umboð úr eini 200 londum luttaka í hesum døgum á COP26, sum varar fram til fríggjadagin í komandi viku. Hóast fleiri lond á fundinum longu hava lovað at minka um CO2-útlátið, halda veðurlagsstríðsfólk, at ov lítið higartil er komið burturúr fundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder