
Glasir: Nú nærkast árligi Boliviadagurin á Glasi.
Boliviahjálpin er ein føroysk menningarhjálp. Í mong ár hava føroyskir miðnámsskúlanæmingar, hjálpt bolivianskum miðnámsskúlanæmingum at fáa eina útbúgving.
Ígjøgnum Boliviahjálpina, hava miðnámsskúlanæmingar fíggjað skúlan TAEPO, í bygdini Cochis. Skúlin er bæði ein tekniskur skúli og studentaskúli.
Fyrr eru næmingar sendir út í fyritøkur at arbeiða, og lønin fer til Boliviahjálpina. Tíverri, orsakað av Covið-19, er møguleiki ikki fyri hesum í ár.
Bygdin Cochis er hart rakt av Covid-19, tey hava tørv á hjálp, meira enn nakrantíð. Tólv fólk í bygdini eru deyð, og nærum allir lærarirnir hava verið smittaðir.
Tí skipar Glasir fyri einari innsavning, har øll fáa møguleikan at stuðla. Eisini koma stuðlarnir við í eitt lutakast. Annars eru innsavningarbússur settar upp í ymskum handlum.
Fólki í Cochis er júst sum vit. Tey hava somu dreymar og tankar, men umstøðurnar gera, at alt ikki er møguligt. Okkara menningarhjálp skal hjálpa teimum, at liva teirra dreymar.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald