Upprunaliga var ’Hornið’ navnið á kioskini, sum helt til í horninum beint innan fyri inngongdina tá SMS varð bygt á Trapputrøðni, og navnið fylgdi kioskini á keypsskálanum so leingi kiosk var.
(Mynd: Birgir Kruse)
Nú er ikki kiosk í SMS longur, men navnið er nú arvað til matstovuna, sum í morgin lat upp. Talan er um økið nærmast torginum í tilknýti til skundmatstovurnar Burger King og Sunset.
Tað sermerkta við nýggja staðnum er vakra listin, sum altjóða viðurkendi glaslistamaðurin Tróndur Patursson hevur gjørt serliga til hetta rúmið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tróndur er biðin um at prýða sølumiðstøðina, tí tað var eisini hann, ið gjørdi listaverkið, sum trappan mitt í bygninginum er gjørd rundan um, og sum røkkur heilt frá niðastu hædd og upp undir takið.
Hornið er ikki einasta nýskapan, sum er í gongd í sølumiðstøðini í hesum tíðum.
Stóri matvøruhandilin Miklagarður hevur verið stongdur í tríggjar vikur, tí staðið verður umbygd. Miklagarður letur upp aftur í morgin klokkan 9.
(Mynd: Birgir Kruse)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald