Innanlands

Glastrevjabátur steðgaði upp uttanfyri Havnina

Boð vórðu send eftir Lív, men hesi boðini vórðu avblást, tá ein annar bátur kom honum til hjálpar

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-09-10 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun um klokkan hálvgum ellivu fekk MRCC boð um, at ein glastrevjabátur var uppsteðgaður uttan fyri grótkastið í Havn.

Sambært in.fo vórðu boð send eftir Rescue Lív at koma bátinum til hjálpar, men boðini vórðu síðani avblást, tí at ein annar bátur var komin at hjálpa.

Hesin báturin syrgdi síðani fyri, at glastrevjabáturin kom trygt til lands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder