Innanlands

Gleða seg at lata upp aftur

Ljósini á dansigólvunum á skeinkistøðum kring landið eru tendrað aftur

(Mynd: Sirkus)

(Mynd: Sirkus)

2021-01-23 17:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hetta vikuskiftið er tað fyrsta síðani nakað áðrenn jól, at skeinkistøðini sleppa at hava opið aftur sum vanligt. Tað vil siga til klokkan fýra um náttina.

Og í býarlívinum eru fleiri, sum gleða seg til hetta. Sunneva Háberg Eysturstein, sum rekur Sirkus og ítróttabarrina Landskrona saman við øðrum, er ein av teimum, sum fegnast um, at tey aftur kunnu hava opið.

- Eg gleði meg at lata upp aftur. Eg dugi slett ikki at meta um hvussu nógv fólk fara í býin, men tað virkar sum fólk gleða seg, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.

- Hetta er tað, sum vit liva av og tað, sum ger okkum glað, greiðir hon frá.

Men so er tað líka tað við tilmælunum. Skeinkistøðini kunnu hava opið sum vant, men hvat siga tilmælini um at koma saman. Tað er nevniliga torført hjá skeinkistøðunum at fylgja núverandi tilmælum, sum siga, at tað ikki eiga at savnast fleiri enn 20 fólk í óskipaðum bólkum, og at fleiri enn 20 fólk ikki eiga at vera savnað til veitslu lag.

Tilmælið við, at tað í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, heldur ikki heilt, tí tað er við teirri treyt, at tað ber til at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.

- Okkara livigrundarlag er at savna fólk undir óskipaðum umstøðum, men eg vóni bara at fólk eru skilagóð. Og serliga fólk sum koma til landið taka skilagóðar avgerðir, so vit sum liva her kunnu fungera.

Hon sipar til, at fólk, sum koma til landið eiga at virða tilmælini um at fara í heimauppihald til úrslitið av kanningini á sætta degi er tøkt.

- Tað verður álagt okkum at fylgja nøkrum tilmælum, men trupulleikin er, at vit liva av at fólk koma saman. Fylgja vit teimum tilmælunum, so fara vit á heysin, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, sum eisini, heldur at myndugleikarnir seta skeinkistøðini í eina keðiliga moralska støðu.

- Um man vil hava samfelagið at fylgja nøkrum tilmælum, so hjálp teimum at fylgja teimum. Tað ger man við tí almenna, men man hjálpir ikki tí privata, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.

Hon ger samstundis greitt, at bæði í Sirkus og Landskrona gera nógv burturúr reinføri. Spritt er við hvørt borð, og á vesinum eru viðurskiftini eisini í lagi.

Skuldu hava stóra konsert í Luux
Á dansi og skeinkistaðnum Luux, sum heldur til í Klubbanum, løgdu tey upp til tað heilt stóra um vikuskiftið, nú tey ikki hava havt opið síðani áðrenn jól.

Janus Wiberg Mortensen og danski Gulddreng skuldu spæla í Luux fríggjakvøldið, men orsakað av tilmælunum, var hetta avlýst. Konsertin varð flutt í Reinsaríið, og var fyrr á kvøldinum eisini.

Eigararnir á Luux ásannaðu, at tey høvdu verið ov bráð.

- Vit vóru ov bráð og hildu at vit kundu halda eitt tiltak, nú býarlivið letur upp aftur. Men soleiðis verður ikki. Almennu tilmælini loyva ikki so stórum tiltøkum í løtuni, og tað mugu vit virða, segði Luux í fráboðan á Facebook hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder