Innanlands

Glerstoytt um alt landið

Støðan er ikki sum í gjár, men heitt verður á bilførarar at koyra varliga

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2024-01-19 07:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Støðan á vegunum kring landið er væl frægari enn gjáramorgunin.

Tað er halt og glerstoytt um alt landið, og heitt verður á bilførarar at koyra varliga, sigur Landsverk.

Jarðrok er á Sandoynni, í Suðri og vestanfyri á Velbastaðvegnum í løtuni.

Hóast tað hevur kavað kring alt landið síðani klokkan fýra í nátt, er so at siga eingin vindur í flestu støðum norðanfyri Havnina. Vestanfyri og sunnanfyri Havnina kann vera eitt lot, sigur Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki við útvarpið í morgun.

Hann sigur, at nakað av kava kann liggja á vegnum onkustaðni. Um veðurforsøgnin heldur, slítur í klokkan 10, og so verður ikki avfall restina av degnum.

Hinvegin verður kalt. Hitin á vegunum liggur um 3-6 kuldastig.

Koyrið varliga, eru boðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder