
Dámar tær alskyns litir og fjølbroytt føroyskt handverk alt í einum, so er at skunda sær. Tí framúr flotta framsýningin hjá Kvøldskúlanum í Havn letur aftur í dag kl. 18. Har síggja vit úrslitið av arbeiðinum hjá teimum mongu, sum hava gingið í kvøldskúla hetta seinasta árið.
At standa uttanfyri henda gimsteinin av einum húsum og so brádliga støkka innar og har verða opinberaður við teimum mongu fjølbroyttu lutunum í alskyns litum á framýningini, er nakað heilt serligt.
Tórshavnar Kvøldskúli má sigast at hava rakt í plett, tá hann fekk allar tær tríggjar hæddirnar í pakkhúsinum at sýna fram alt frá føroyskum klæum til málningar og vovin teppi av alskyns slag.
Áður hava framsýningarnar verið á Eysturskúlanum og alt gott um tað. Men í hesum sera snotuligu og forkunnugu hølunum koma tey mongu handarbeiðini veruliga til sín rætt. Her er ljóst og sera gott pláss. Umframt gleðina at síggja mongu lutirnar er tað eisini ein sonn uppliving og kensla bara tað at vera stæddur í væl varðveittu og vælhildnu húsunum frá 1890-unum - eini hús, sum siga frá eini merkisverdari søgu og fólki kring hana, ið bert fáum plássum er beskorið.
Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórshavnar Kvøldskúla her saman við Óla Jacobsen, rithøvunda.
Í hesum sambandi helt rithøvundin Óli Jacobsen fyrilestur fríggjadagin, har hann greiddi frá húsunum og søgu tess og her eisini um Müllers familjuna, ið var upprunin til pakkhúsið. Seinnapartin hava eisini verið tónleikaframførslur í húsinum.
At eiga slíkan bygning eigur høvuðsstaðurin at vera errin av. Henda fyrsta væleydnaða royndin at lata dyrnar upp fyri Kvøldskúlanum eigur at geva okkara avvarandi myndugleikum íblástur til at seta út í kortið, hvussu hesi húsini kunnu verða brúkt enn meira í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald