Innanlands

Globe Tracker fekk heiðurin sum ársins íverkseti

Globe Tracker, við føroyskum eigarum á odda, bleiv fyri løtu síðani kosin Ársins íverkseti 2022. Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum

Fróði Magnussen, Joel undir Leitinum (nevndarformaður) og Símin Pauli Sivertsen

Fróði Magnussen, Joel undir Leitinum (nevndarformaður) og Símin Pauli Sivertsen

2022-09-23 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin á Føroya Tele. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

- Eg eri sera stoltur av, at okkara ótrúliga dugnaliga toymi hevur megnað at gjørt eitt hugskot til veruleika – til eina altjóða fyritøku, ið er førandi á hesum marknaðinum. Í dag nýta 15 bingjuflutningsfeløg og fleiri enn 60 kundar okkara tøkni. Afturat hesum brúka tríggir út av fýra bingjuframleiðarum eisini okkara loysn, sigur Rich Meyers, stjóri hjá Globe Tracker. “Sjálvt um vit hava kollvelt ein heilan marknað, so er hetta bert byrjanin hjá Globe Tracker”, legði hann at enda afturat.”

- Vit eru sera stolt av at fáa hendan heiðurin, og errin av okkara føroyska uppruna, ið hevur breitt seg til Evropa, Amerika og Asia. Vónandi kann leisturin, ið Globe Tracker hevur nýtt, vera ein fyrimynd fyri aðrar fyritøkur, um hvussu ríka tøkniliga tilfeingi í Føroyum kann verða gagnnýtt, eisini í altjóða høpi,” sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, handaði Granan til Ársins íverkseta 2022. Gestarøðari í ár var ein av fremstu donsku films- og filmsframleiðarum, sjónleikari og handritahøvundur, Peter Aalbæk Jensen.

Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida í USA, umframt virksemi í Hollandi, Íslandi, Týsklandi, Singapore og Kanada. Høvuðspartaeigarar eru Spf Framjerji, Tryggingarfelagið Lív, Norðoya Íløgufelag og P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið. Í Globe Tracker starvast 47 fólk, harav 19 í Føroyum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder