Mentan

Glóðheiti Christopher á Voxbotn

Dugnaligi poppsangarin Christopher verður at síggja og hoyra á pallinum leygarkvøld 21. august á Okkara Voxbotn. Hann er serstakliga vælumtóktur í kongaríkinum, og vit kunnu vænta okkum eina poppkonsert í serflokki, tá Christopher trínir á pallin, siga fyriskiparar

2021-08-11 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast sín unga aldur (29 ár), hevur Christopher verið virkin í donsku tónleikavinnuni í mong ár. Hansara fyrsta staklag varð givið út í 2011, og í 2013 fekk hann longu sítt fyrsta hitt, tá lagið “CPH Girls” rakk tindarnar í Danmark. Síðani hevur hann verið javnur gestur á skandinavisku hittlistunum, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni tónlistarligu avrik.

Christopher framleiðir nútímans popptónleik, sum kanska er serliga væl umtóktur millum yngri áhoyrarar. Hann hevur latið úr hondum fimm útgávur, harav tann nýggjasta, “My Blood”, kom út í mars í ár, og av hesi útgávu tykist lagið “Fall so hard” standa seg sera væl, við omanfyri seks milliónum stroymingum á Spotify. Sostatt er tað ein háaktuellur Christopher, sum kann upplivast á Okkara Voxbotn leygarkvøldið 21. august, siga fyriskiparar.

Christopher fer á pallin saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna úr donskum sjónvarpssendingum sum “Vild med dans” og “Toppen af poppen”. Frammanundan er longu greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sam Feldt, Signar og John, Swangah og Sanne Salomonsen fara at framføra á konsertdøgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder