
Í dag, sunnudagin 4. mai klokkan 15 verður ein stuðulskonsert í Gulu Smiðju í
Saltangará.
Konsertin hevur navnið "Gloym Meg Ei", og hon er til frama fyri Felagnum Pinkubarndeyða og Beranum, ið er fyri tey, sum hava mist í serstakum støðum.
Fyriskiparnir boða frá, at allur innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða.
Tónleikur verður frá Bárði á Lakjuni, Simonu Paulu á Fríðriksmørk og Elinborg Pálsdóttir.
Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn, og Oddvør Poulsen, leiðari fyri Beran, greiðir frá virksemi felagsins.
Møguleiki er eisini at keypa ymiskt at drekka, okkurt til matna og okkurt til minnis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald