
- Vegna støðuna við korona, hevur nevndin fyri Global Leadership Summit (GLS) valt at avlýsa árligu leiðsluráðstevnuna, sum eftir ætlan skuldi verða í Norðurlandahúsinum, í døgunum 15. – 16. januar 2021.
Hetta verður fráboðað í tíðindaskrivi í dag.
GLS er árliga Norðurlandahúsinum miðskeiðis í januar, men sum nógv onnur stór tiltøk seinasta árið, so verður ráðstevnan av ongum. Tey, ið hava meldað til GLS í ár, verða flutt til GLS 2022.
Nevndin í GLS boðar tó frá, at møguleiki verður at ogna sær fyrilestrarnir, sum eru tekstaðir til føroyskt fyri eitt gjald, við at venda sær til felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald