Innanlands

Glyvra skúli skal hitast við kelduvatni

Heita keldan sum varð funnin fyri hálvum øðrum ári síðan er á leið har, sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-07-12 12:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2022 gjørdu Jarðfeingi og Runavíkar kommuna nakrar royndir við boringum í økinum kring um Glyvra skúla. Ein ábending var um, at heitari vatn enn vanligt fanst í økinum. Á leið har sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum varð stutt fyri jól í 2022 rakt við eina keldu, ið varð máld til á leið 23 hitastig. Eftir hálvtannað ár kann staðfestast, at keldan heldur sær varmanum viðvíkjandi.

Síðan hevur verið arbeitt við at gagnnýta orkuna í kelduni. Í góðum samstarvi millum Jarðfeingi, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Runavíkar kommunu hevur dúgliga verið arbeitt við málinum. Tað mest sjávsagda var at brúka orkuna til upphiting í skúlanum, og metingin er, at hon megnar at hita núverandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Í miðal hesi seinastu sjey árini hevur skúlin brúkt 45.123 litrar av olju til upphiting. Miðalkostnaðurin fyri árið hevur verið 238.024,- krónur.

Arbeiðið at gera eina hitaskipan varð bjóðað út, og lægsta boðið - á 1.384.788,77 krónur - átti felagið Zacharis Leitisstein. Fróði Horn Baldvinsson og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir avtalu um at fremja ætlanina í verki í farnu viku. Jarðfeingi og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stuðla ætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder