Danska sjóferðslustýrið er farið umborð á føroyska farmaskipið Glyvursnes, sum liggur í Hirtshals. Tí er skipið í løtuni afturhildið, meðan kanningarnar fara fram.
Enn er orsøkin til eldin og spreingingina í maskinrúminum í gjárkvøldið ikki staðfest.
Nordjyske.dk skrivar, at sjóferðslustýrið samstarvar við føroyska sjóvinnustýrið um málið.
Norðurjútska løgreglan upplýsir fyri Nordjyske, at tann deyði er 34 ára gamal maður, og tann sum er komin illa til skaða, er ein 47 ára gamal maður. Báðir føroyingar.
Tann 47 ára gamli er fluttur á Ríkissjúkrahúsið har hann fær viðger fyri brunasár. Hann er lagdur í koma, veit miðilin.
Ein 19 ára gamal var eisini í maskinrúminum tá hetta hendi, men hansara støða er stabil.
Maritima skaðanevndin skal kanna og staðfesta hvat er hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald