Innanlands

Góð 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. februar

Tað er ein vøkstur á 0,6 prosent í mun til 1. februar í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-03-10 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. februar búðu 54.741 fólk í Føroyum.  Tað eru 327 fleiri fólk enn 1. februar í fjør.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara til 0,6 prosent, skrivar Hagstovan.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Í mun til fólkatalið svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri hvørji 1000 fólk.

Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunu, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Vágs og Sunda kommunu.

Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu.

Í kommununum við færri enn 500 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Skálavíkar og Fugloyar kommunu, har lutfalsligi vøksturin var millum 16 og 19 prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder