50.000 krónur fóru í kvøld niðan á Hotel Føroyar, tá gekkahjólið snaraði. Hans Jákup Johansen ringdi inn fyri Rannvá Gardar. Bæði vóru tey fyrr í kvøld tjekkaði inn á Hotel Føroyum í sambandi við eitt brúdleyp um vikuskifti.
- Eg havi verið her í nógv ár, men havi ikki tosað við nakran á Hotel Føroyum fyrr, helt verturin Magnus Magnussen fyri.
Tvær milliónir vóru upp á spæl, og Rannvá Gardar valdi at koyra allar pengarnar í gula leypin. Í fyrsta snari endaði hon á 30.000, sum faldað við trý gevur 90.000 krónur, men valdi at royna eydnuna enn einaferð.
Tá lendi hon á 20.000 krónur, sum faldað við tvey gav 40.000 skattafríar krónur. Men tá ein hevur møguleika at vinna tvær milliónir troytir man allar møguleikar. Tað gjørdi Rannvá Gardar eisini, og sjálvt um hon ikki bleiv millióningur, fekk hon 50.000 krónur við sær í brúdleyp.
Gekkurin veksur altsamt, og næsta fríggjakvøld eru 2,1 milliónir upp á spæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald