Leygarkvøldið vórðu tveir teir fyrstu partarnir í føroysku krimirøðini "Trom" vístir á BBC Four, og røðin hevur higartil fingið góð ummæli í bretsku miðlunum.
Bæði Financial Times og The Telegraph geva fyrstu partarnar fýra av fimm stjørnum.
Ummælari hjá The Telegraph sigur, at "Trom" er øðrvísi enn aðrar Nordic-noir røðir.
– "Trom" sær ørðvísi út, tí tað er hon. Hon er væl verd at hyggja eftir.
Ummælarin hjá Financial Times sigur m.a., at "Trom" ikki bert er nakað fyri Nordic-noir hyggjarar men fyri einhvønn, sum dámar eina tolna søgugongd og hugtakandi filmslist.
– Tað besta av øllum eru viðfevndu loftmyndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald