Mentan

Góðan kanelbolladag

4. oktober er serligur dagur í Svøríki

2019-10-04 16:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey, sum hava verið í Svøríki hava óivað lagt merki til serliga tokkan hjá svium til kanelbollar. ”Fika” er eitt sersvenskt hugtak, sum merkir ábit av einhvørjum slag, gjarna aftur við einum kaffimunni. Tað kann vera talan um eitt breyðstykki, men sum oftast er talan um ein bolla, sum sviar kalla ’kanelbulle’, sum vit herheima kanska kenna betri sum kanelsnigil.

Hesin serligi bakstur hevur so stóran týdning fyri sviar, at kanelsnigilin hevur fingið sín egna dag. 4. oktober er ”Kanelbullens Dag”.

So í dag verða nógvir kanelbollar bakaðir í Svøríki, og eisini Finnlandi, har siðurin eisini er tikin upp, eins og bollar í milliónavís verða seldir frá bakaríum.

Talan er ikki um ein gamlan sið, hann ber júst 20 ára gamal. Fyrsti kanelsnigladagur varð hildin 4. oktober 1999. Tað var Hembakningsrådet við Kaeth Gardenstedt, sum tók stigið til henda serliga dag.

Á leinkjuni her sæst hvussu donsku Price-brøðurnir baka kanelbollar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder