Uttanlands

Góðar møguleikar at fáa endurgjald frá SAS

Mett verður, at tey, sum skuldu flúgva millum Danmark og Føroyar hava rætt til 250 evrur í endurgjaldi, sigur Heðin Arge, sum starvast hjá Flyhjælp í Danmark

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-26 17:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ert tú ein av teimum 72.000 ferðafólkunum, sum skuldi flúgva við SAS í dag, hevur tú góðar møguleikar at fáa endurgjald, nú flogskipararnir eru farnir í verkfall.

ES-reglurnar, sum staðfesta, at ferðafólk hava rætt til endurgjald, tá flogferð teirra verður avlýst, er nevniliga eisini partvíst galdandi fyri føroysk ferðafólk, hóast Føroyar ikki eru partur av ES.

Tað sigur Heðin Arge, sum starvast hjá felagnum Flyhjælp, ið fæst við at hjálpa ferðafólki at fáa endurgjald fyri avlýstar flogferðir, við Kringvarpið.

Fráferðir hjá SAS eru avlýstar bæði í dag og í morgin. Tilsamans eru uml. 700 fráferðir avlýstar higartil.

Í dag eru 72.000 ferðafólk rakt av verkfallinum, og væntandi verða 34.000 onnur eisini rakt í morgin.

Endurgjaldið kann liggja millum 250 og 600 evrur, men reglurnar um endurgjald eru bert galdandi, tá flogið verður úr einum ES-landi, ella tá flogið verður við einum flogfelagi, sum er skrásett í ES.

Tí hava føroysk ferðafólk, sum skuldu flúgva við SAS rætt til endurgjald, sigur Heðin Arge.

Flyhjælp metir, at SAS kann enda við at gjalda upp móti 172 mió. evrur til tey 72.000 ferðafólkini, sum eru rakt av avlýsingunum í dag.

Mett verður, at tey flestu, sum eru rakt av avlýsingunum hava rætt til einar 400 evrur í endurgjaldi. Tá flogið verður millum Føroyar og Danmark, hevur mann rætt til 250 evrur (1850 krónur), sigur Heðin Arge.

Samrøðan við Heðin Arge kann hoyrast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder