2021-02-16 21:41

Nú eru 7.257 metrar av Sandoyartunlinum boraðir. Sandoyartunnilin verður 10.785 metrar langur og tí eru nú góðir 3.500 metrar eftir at bora.
Í síðstu viku vóru 102 metrar boraðir. Sandoyarmegin, í Traðardali, vóru boraðir 61 metrar. Har eru nú í alt 3.887 metrar boraðir. Streymoyarmegin, á Gomlurætt, vóru boraðir 41 metrar í síðstu viku. Har eru nú í alt 3.370 metrar boraðir.
Arbeiðið byrjaði í 2018, og eftir ætlan skal Sandoyartunnilin vera liðugur í 2023, og mett verður at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald