2021-10-12 15:58

Í farnu viku vórðu 126 metrar boraðir í Sandoyartunnlinum. Í Traðardali vórðu boraðir 40 metrar, og á Gomlurætt vórðu boraðir 86 metrar.
Tilsamans eru nú 9.931 metrar boraðir av 10.785 metrum, og sostatt eru nú bert 854 metrar eftir at bora, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.
Í Traðardali eru boraðir 5.279 metrar, og á Gomlurætt eru nú boraðir 4.652 metrar.
Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni 2019, og boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august sama árið. Eftir ætlan verður tunnilin liðugur í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald