
Tey sum vildu hava grind og vóru á meginøkinum høvdu í øllum førum møguleikan í gjár. Ikki færri enn tvær grindir løgdu beinini.
Í Skálafirði vóru 24 hvalir hildnir til um 14 tíðina í gjár. Tað vóru 280 skinn, sum vórðu býtt í 314 rakstrar- og drápspartar upp á 0,7 skinn. Hvalirnir vóru í miðal 11,67 skinn.
38 hvalir løgdu beinini í Klaksvík í gjárkvøldið. Hvalirnir vóru nakað smærri, og miðaltalið var 7.89 skinn. Tilsamans taldu teir 300 skinn, sum vóru skift í 399 rakstrar- og drápspartar upp á 0,61 skinn.
Tað má sigast at vera góðir grindapartar, tá talan er um so smáar grindir.
Eitt skinn av grind er 50 kilo tvøst og 25 kilo spik.
Samanlagt níggju grindinir eru hildnar til í Føroyum higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald