2022-01-17 23:28

Nú verður ikki leingi, so er hol ígjøgnum í Sandoyartunlinum. Bara 113 metrar eru eftir at bora av 10.785 metrar langa tunlinum.
47 metrar vórðu boraðir í síðstu viku, og væntað verður at seinasta skotið verður latið av um mánaðarskiftið.
Síðani síðst í november hevur bara verið borað Streymoyarmegin, á Gomlurætt.
Eftir ætlan skal Sandoyartunnilin standa liðugur í 2023.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald