
Í dag verður roknskapurin hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing kunngjørdur. Tíðarskeiðið var m.a. merkt av rentuhækkingum, og kundarnir kunnu nú aftur spara saman við positivari rentu.
- Føroyskt vinnulív og privatu húsarhaldini eru sum heild væl fyri, og megna í stóran mun at standa ímóti teimum avbjóðingum, ið vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. Arbeiðsloysið er lágt, og tí síggja vit framvegis ikki stórvegis tap, men tann støðan kann broytast, um arbeiðsloysið hækkar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varðveitir bankin avsetingina, ið áður er sett av til tap, ið kunnu fara at vísa seg.
Kunnu aftur spara saman við positivari rentu
Fleiri rentuhækkingar hava verið seinastu mánaðirnar, og væntandi eru hækkingar eisini fyri framman.
Tað er harvið vorðið dýrari at læna pening, men samstundis er negativa rentan strikað og rentan á ávísum kontum aftur blivin positiv. Seinasta árið eru innlánini hjá kundunum økt við 10 prosentum, og tað ber nú aftur til at fáa peningin til pensjónina, børnini, bústaðin o.a. at vaksa við at seta hann á samansparingarkontu.
Fleiri taka lán til orkusparandi ábøtur
Kundarnir gera framvegis íløgur í bústaðin, og seinasta árið eru realkredittlánini økt við 9 prosentum. Bankin bjóðar ymisk grøn lán við serliga lagaligari rentu til tess at stuðla undir grøna orkuskiftið, og sum heild er ein lutfalsliga stórur vøkstur í hesum lánum. Seinasta árið eru lánini til orkusparandi ábøtur, t.d. umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, økt við 33 prosentum. Harfumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum sama tíðarskeið í fjør, hóast føroyingar hava keypt færri bilar í ár.
Gongdin á fíggjarmarknaðunum í triðja ársfjórðingi hevði við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið. Leiðslan er tó væl nøgd við góðu gongdina, ið sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 milliónir krónur samanborið við 194 milliónir sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 milliónir krónur stavaðu frá søluni av danska virkseminum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 milliónir krónur samanborið við 125 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2021
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 milliónir krónur samanborið við 36 milliónir krónur í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021
- Útlánini hækkaðu úr 7,6 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 8 milliardir krónur.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 milliardir krónur.
- Innlánini hækkaðu úr 7,4 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 8,2 milliardir krónur.
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald