Innanlands

Góður september til varðandi orku

Men árið sum heild hevur higartil verið verri enn enn í fjør

2019-10-09 16:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Váta veðri í heyst hevur roynst væl hjá Sev tá tað kemur til at framleiða varandi orku. Í september kom yvir helmingurin av orkuframleiðsluni, 50,1 prosent, úr vatni og vindi. Hetta var munandi meira enn sama mánað í fjør, tá talið var 46,2 prosent.

Tað skrivar Sev á heimasíðu síni í dag.

Vatnorkuframleiðslan í ár var heili 25 prosent hægdi í september í ár enn hon var sama mánað í fjør. Tilsamans framleiddu vatnverkini hjá Sev 11,3 Gigawatt tímar. Miðal vatnframleiðsla í september er annars 10 GWt.

Eisini vindúrtøkan var betri í september í ár, t.e. 5,3 GWt í mun til 4,9 GWt í fjør. Miðal úrtøka fyri september er vanliga 5 GWt.

Elframleiðsla úr olju var 16,4 GWt, sum er á sama støði sum í september í fjør.

Góða summarið og brek á myllu sæst aftur 
Góðu tølini fyri september eru tó ikki galdandi fyri alt árið. Higartil í ár hevur býtið millum varandi orku og olju verið ávikavist 38 prosent og 62 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Býtið millum vatn og vind var ávikavist 24 prosent vatnorka og 14 prosent vindorka.

Serliga er tað framleiðslan úr vindorku, sum er minkað í mun til sama tíðarskeið í fjør. 2018 var higartil besta árið til úrtøkuna av vindorku, og afturgongdin higartil í ár hevur verið góð 14 prosent, meðan afturgongdin fyri vatnorkuframleiðsluna var góð 3 prosent.

Varandi orkukeldur er óstøðugar orkukeldur, og tí er natúrligt, at úrtøkan úr varandi orkukeldum sveiggjar frá ári til ár. Tað sveiggjar bókstaviliga í mun til veður og vind, og avbera góða summarveðrið, ávirkaði sjálvsagt úrtøkuna av vatnorku og vindorku.

- Tó er hetta ikki einasta orsøkin til, at úrtøkan serliga úr vindi er minkað. Ólag hevur verið á tveimum myllum í Neshaga og serliga var tað tað eina brekið, sum tók langa tíð at umvæla. Tá ein mylla stendur still vegna brek, fer vindurin fyri skeytið, og tað sæst aftur í framleiðslutølunum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri elframleiðsluna hjá Sev.

Eftirspurningurin veksur støðugt
Vit føroyingar brúka alsamt meira elorku, og vøksturin í eftirspuringinum eftir elorku frá Sev heldur eisini fram. Við endan av triðja ársfjórðingi í ár lá framleiðslan 10 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár eru framleiddir 277 GWt í mun til 252 GWt sama tíðarskeið í fjør.

Til samanberingar kann sigast, at fyri 10 árum síðan vórðu framleiddir 201 GWt sama tíðarskeið, og fyri 20 árum síðan var talið 146 GWt, t.e. nærum ein tvífalding av framleiðsluni upp á 20 ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder