Við bretsku stjørnuni Helen Mirren í høvuðsleiklutinum sum Golda Meir, varpar ísraelski leikstjórin, Guy Nattiv, ljós á hendingarnar undir Yom Kippur krígnum í 1973, tá bretska pressan skýrir ísraelska forsætisráðharran ”The Iron Lady of Israel”.
Golda Meir, sum doyði 80 ára gomul í 1978, var fødd í trongum korum í Kyiv, høvuðsstaðnum í Ukraina. Hon gjørdist fjórði forsætisráðharri í Ísrael og var ein av teimum 24, sum í 1948 grundaðu landið, so sum vit kenna tað í dag. Fyrsta ísraelska passið varð skrivað til hennara, tá hon fór til USA at savna pening til nýggja landið.
Heimafturkomin gjørdist hon fyrsta sendikvinna í Moskva. Sum limur í Arbeiðaraflokkinum, Avoda, varð hon í 1949 kosin ráðharri í Ísrael.
Tað er ikki fyrstu ferð, at Helen Mirren, sum í dag er 77 ára gomul, spælir eina søguliga kvinnu á filmi. Í 2007 vann hon Oscarvirðislønina fyri høvuðsleiklutin sum Elizabeth II drotning í filminum hjá Stephen Frears ”The Queen”, og í 2019 hevði hon høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini ”Catherine the Great”.
Helen Mirren er ein av teim fáu, ið hevur vunnið ’The Triple Crown of Acting’, sum sipar til stórgreipuna Oscar, Emmy og Tony fyri leikaraavrik.
50 ára gamli israelski leikstjórin, Guy Nattiv, vann í 2019 Oscarvirðislønina fyri stuttfilmin ”Skin”.
”Golda” verður sýndur mikudagin 13. september kl. 20 og 22 í Sali 1 í Havnar Bio, og kl. 19.30 í Sali 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald