Innanlands

Goldið privatum fyritøkum góðar 28 milliónir fyri koronakanningar

Samstarvið riggar væl, sigur landsstýrismaðurin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-21 20:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Myndugleikarnir hava goldið privatum fyritøkum 28,6 milliónir krónur fyri koronakanningar.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu í einum grein 52 fyrispurningi.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at samstarvið við privatu kanningarstovurnar riggar sera væl.

- Skipaninar hava virkað væl, og hava frígivið orku til Sjúkrahúsverkið at taka sær av “vanliga virkseminum”, sum annars hevði verið darvað enn meira, enn tað er í dag.

- Fleiri orsøkir vóru til at Sjúkrahúsverið valdi at samstarva við privatu fyritøkurnar um hetta. Átrokandi var at finna hóskandi innandura hølir til endamálið og neyðugt varð eisini at bøta um longu bíðirøðirnar og tann ferðsluruðulleika, sum stóðst av longu bilrøðunum. Fyrr stóðu fólk, sum skuldu lata seg kanna í bíðirøð í fleiri tímar. í dag standa tey í miðal 15 minuttir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tað eru privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis, sum landið og Sjúkrahúsverkið samstarva við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder