Innanlands

Golf: Teir yngstu hava lagt seg á odda

Fyrri dagurin í golfkappingini til Føroyaleikirnar varð í dag. Í kappingini yvir 18 hol eru tað teir báðir yngstu spælararnir, Emil Dahl Jakobsen og Jens Guttesen, sum løgdu seg á odda

2021-07-10 19:27 Author image
Innsent
placeholder

Veðrið var av tí besta, og vøllurin so frægur, sum hann ikki hevur verið fyrr, tá fyrri dagurin í golfkappingini til Føroyaleikirnar varð hildin í dag.

Nøkur avboð komu í seinastu løtu, so luttøkan gjørdist 14 til kappingina yvir 2x18 hol og 7 til kappingina yvir 2x9 hol.

Í kappingini yvir 18 hol eru tað teir báðir yngstu spælararnir, Emil Dahl Jakobsen og Jens Guttesen, sum løgdu seg á odda. Emil brúkti 83 sløg í dag og Jens tvey sløg fleiri.

Teimum á baki komu Líggjas Jógvansson við 88 sløgum og Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson, sum báðir brúktu 89 sløg í dag.

Annað og avgerandi umfar byrjar í morgin klokkan 09.00.

Í kappingini yvir 9 hol, sum er fyri eldri leikarar og nýbyrjarar, hevur Julius Johannesen lagt seg greitt á odda við 48 sløgum.

Óli Jacobsen brúkti 53 sløg, Viggo Johannesen 54 og Mogens Brix 55.Annað umfar millum hesar spælararnar byrjar klokkan 11 í morgin.

Eftir ætlan verður heiðursmerkjahandanin í morgin klokkan 15.00.

(Innsent av Føroyaleikum / ÍSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder