Uttanlands

Golfstreymurin er møguliga í ferð við at vikna

Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at hitin Norðurevropa lækkar sera nógv, serliga vetrarhálvárið. Slík úrslit skulu tó altíð tulkast við fyrivarni

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á Golfstreymin

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á Golfstreymin

2024-02-15 18:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á Golfstreymin.

Golfstreymurin er partur av tí sonevnda termohalina rákinum, sum fer um allan heim (Mynd 1). Hetta rák sendir heitan Atlantsjógv fram við Føroyum og inn í Norðurhøv, har stórur partur av sjógvinum søkkur og fer út aftur sum sokallað yvirflot tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (Mynd 2).

Høvuðsdrívmegin fyri bæði yvirfloti og heita innrákinum av Atlantssjógvi er køling. Luftin yvir Norður¬høvum er køld og kølir sjógvin í vatnskorpuni. Tess meiri sjógvurin kølnar, tyngri verður hann. Henda køling er sostatt sum ein pumpa, ið pumpar tann kalda yvirflotssjógvin niður í dýpið og út í neðra og tann heita Atlantssjógvin inn í erva. Høga saltinnihaldið í Atlantssjógvi er eisini við til at dríva rákið, tí jú hægri saltinnihaldið er, jú tyngri er sjógvurin.


Mynd 1. Tað termohalina rákið. Sjógvur søkkur í Norðurhøvum, í Labradorhavi og við Antarktis og spjaðist niðri í dýpinum um øll heimshøvini (blá linja). Úti í høvunum rísur hann spakuliga móti vatnskorpuni, har hann verður hitaður og vendir aftur til økini, har hann sakk (reyð linja). (Úr “Veðurlagsbroytingar”, 2011 eftir Boga Hansen).


Mynd 2. Skurður tvørtur um Grønland-Skotland ryggin. Tann kalda luftin yvir Norðurhøvum fær sjógvin í vatnskorpuni at gerast so kaldur og tungur, at hann søkkur og fyllir tað mesta av Norður-høvum við ísakøldum sjógvi. Hetta elvir til yvirflot, sum flytur kaldan sjógv út úr Norður¬høvum niðri við botn. Tað fær vatnskorpuna í Norður¬høvum at lækka og ger eitt hall tvørtur um ryggin. Hallið gevur ta kraftina, sum fær Atlants¬sjógv at reka yvir um ryggin og inn í Norðurhøv. Legg til merkis, at vatnskorpuhallið á myndini er nógv yvirdrivið. Bara nakrir centimetrar eru á muni millum vatnskorpuna báðu megin ryggin. Hinvegin røkkur tann kaldi sjógvurin í Norður¬høvum næstan upp í vatnskorpuna nógvastaðni.

Tað termohalina rákið er sera týdningarmikið fyri veðurlagið á jørðini og er orsøkin til, at Føroyar og Norðurevropa hava lutfallsliga heitt veðurlag. Globala upphitingin, sum stavar frá CO2 og øðrum útláti, fer at hita luftina yvir Norðurhøvum. Hetta kann hugsast at minka um kølingina frá luftini og gera pumpuna veikari. Harafturat fær upphitingin eitt nú innlandsísin í Grønlandi at smelta, so at feskvatn rennur á sjógv og ger sjógvin feskari. Ótti hevur tí verið um, at bæði yvirflot og rákið av heitum Atlantssjógvi kunnu vikna munandi.

Fyri at kanna útlitini fyri hesum og hvussu globala upphitingin sum heild fer at ávirka veðurlagið á jørðini, verður stór orka løgd í alsamt at menna og betra globalar veðurlags-myndlar. Myndlarnir kunnu brúkast til at spáa um, hvussu veðurlagið verður í framtíðini, og kunnu eisini brúkast til at kanna ymiska ímyndaða ávirkan, eitt nú ymsar mongdir av CO2-útláti.

Í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances hava hollendskir granskarar, við van Westen á odda, brúkt ein av nýggju globalu veðurlagsmyndlunum (CESM) at kanna, hvussu ein javnt vaksandi tilføring av feskvatni í syðra parti av Norðuratlantshavi ávirkar termohalina rákið. Gongdin í termohalina rákinum verður roknað fyri meiri enn 2000, meðan nøgdin av feskvatni, ið verður latið út í Norðuratlantshavið, so líðandi veksur.

Vatnið blandast við Atlantssjógvin og ferðast norðureftir og fyrstu nógvu øldirnar er ikki so stór ávirkan á rákið. Men vaksandi nøgdin av feskvatni ger, at saltinnihaldið í Atlantssjógvi lækkar og hetta kann forða fyri, at sjógvurin verður nóg tungur at søkka. Og brádliga ávirka ”feedback” mekanismur termohalina rákið so nógv, at tað fer um eitt markamót (tipping point) og yvir eitt hundrað ára tíðarskeið minkar rákið niður í onki. Avleiðingarnar av hesum eru sera stórar og í greinini verður m.a. víst á, at hitin í Norðurevropa lækkar sera nógv, serliga vetrarhálvárið (Mynd 3).


Mynd 3. Broytingar í hita í februar mánað yvir eitt tíðarskeið uppá 100 ár tá termohalina rákið viknar sera nógv. Reyðu prikkarnir eru ymsir býir og vísa til aðra mynd í greinini. Myndin er frá: ScienceAdvances, RENÉ M. VAN WESTEN, MICHAEL KLIPHUIS, AND HENK A. DIJKSTRA .

Sjálvt um globalu veðurlagsmyndlarnir hava ment seg nógv, so hava teir enn nógv lýtir. Tískil skulu slík úrslit altíð tulkast við fyrivarni. Men niðurstøðan í hesi grein er ein ábending um, hvat kann henda við veðurlagnum við okkara leiðir, um globala upphitingin heldur fram.

Havstovan mátar yvirflot í Bankarennuni og rákið av Atlantssjógvi í Føroyastreyminum, og enn er ongin ábending um, at rákið er viknað -  sí tíðindir um heita rákið millum Ísland og Føroyar her

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder