Um 16-tíðina hósdagin noyddist sløkkiliðið í Klaksvík at gera skjótt av og fara á skrelliplássið.
Orsøkin var, at ein eldur var komin í eina bingju - ein "containara".
Vakthavandi á løgreglustøðini boðar í morgun frá, at tað gekk skjótt at sløkkja hendan eldin í gjár.
Hann staðfestir eisini, at eldur kyknaði vegna nøkur gomul battarí.
- Vit vilja bara aftur minna á, at gomul battarí ikki skulu beinast burtur á hendan hátt - saman við tí vanliga húsarhaldsburturkastinum.
Hesi fýra battaríni høvdu ligið saman við øðrum, sum skuldu vekk, men tey kunnu vera vandamikil.
Løgreglan boðar annars eisini frá einum máli um rúsdrekkakoyring í Suðuroynni í gjár og eitt brot á skilhaldsreglar í Havn, umframt oljudálkingina.
Sí eisini: Stór oljudálking á Eystaru vág: Misti 1.600 - 2.000 litrar av olju
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald