Innanlands

Gomlu læknahúsini í Klaksvík tikin í nýtslu aftur

Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku í gjár. Eyðkendu gulu húsini, beint við sjálvt sjúkrahúsi, hava eina langa søgu og húsa nú fyrisitingini

Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík og sjúkrahúsverkið, og fitt av fólki var komið saman (Mynd: hmr.fo)

Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík og sjúkrahúsverkið, og fitt av fólki var komið saman (Mynd: hmr.fo)

2025-05-07 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku í gjár, í sambandi við at gomlu læknahúsini í Klaksvík eru liðugt umvæld og tikin í nýtslu.

Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík, og fitt av fólki var komið saman. 

Millum annað vóru eisini fólk úr almennu umsitingini.

Súsanna Bertholdsen fegnast um at søguríka húsið í Klaksvík nú hýsir fyrisitingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landsstýriskvinnan í heilsumálum segði millum annað soleiðis í røðuni hon helt til móttøkuna:

- Húsini hava verið ein týðandi partur av sjúkrahúsverkinum her í økinum, og nú fáa húsini eina nýggja og virðiliga uppgávu – at vera karmur um at fyrisita og menna Sjúkrahúsverkið.

Gamla læknahúsið hevur eina søgu, sum fevnir um eina góða øld: Frá 1923, tá húsið var bygt til læknabústað og viðtalu, til tað í dag er umbygt til eitt nýmótans fyrisitingarhús.

Kelda: Heilsumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder